Atkvøða um politiskan stuðul og strika lógir

Atkvøða um politiskan stuðul og strika lógir
Tingfundur verður klokkan 11
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2020 - 09:17

Løgtingið fer í dag at atkvøða um lógaruppskotið hjá Tjóðveldi um, at politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa, um tey fáa fíggjarligan stuðul frá fólki ella fyritøkum. 

Líkt er til, at uppskotið fellur. Meirilutin í Rættarnevndini, samgongan, tekur ikki undir við uppskotinum, tí tað kann gera, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum.

Onnur viðgerð er fyrst á skránni fyri tingfundin í dag kl.11.00.

Strika elligamlar lógir

Trý onnur mál eru eisini á skránni í dag.

Eitt teirra er uppskotið um at strika nakrar elligamlar lógir, lógirnar um Vivisektioner, Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og um Hesteavlens fremme.

Lógin um Vivisektioner frá 1891 ásetur, nær loyvt er at gera pínufullar royndir við djórum.

Lógin um Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne frá 1892 áleggur øllum jarðareigarum og jarðarbrúkarum at leita eftir og oyða ravnsins yngul.

Lógin um Hesteavlens fremme er tann nýggjasta av teimum trimum, hon er frá 1931. Hon áleggur teimum, sum eiga ógeldar hestar, at sýna teir fram á hestasýning.

Har skal ein Hingste-bedømmelses-kommission gera av, hvussu nógvir greðingar kunnu vera í hvørjum øki. Í hesari lógini eru Føroyar býttar í tíggju øki.

Hini málinum í dag eru um at vátta faðirskap við talgildari undirskrift og um, at føroyskt skal vera rættarmál burturav í Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098