Rokning fyri eldsløkking framvegis ógoldin

Rokning fyri eldsløkking framvegis ógoldin
Mest sendi rokning upp á 205.000 kr. fyri at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic, men ósemja er um, hvør skal gjalda
Samson hjálpti til at sløkkja eldin á Varðanum Pelagic í juni 2017
 
21.02.2020 - 09:12

Skipasmiðjan Mest hevur framvegis ongar pengar fingið fyri arbeiðið, sum báturin hjá MEST, Samson, gjørdi, tá eldur var í Varðanum Pelagic í juni 2017. 
 
Ósemja var um, hvør skuldi rinda rokningina, sum er 205.000 kr.

Tvøroyar kommuna vildi ikki gjalda, tí býráðið heldur uppá, at eldurin var so mikið stórur, at hann kemur undir ta tilbúgving, sum landið eigur at gjalda.

Men landið vildi heldur ikki gjalda rokningina, tí eingin heimild var fyri tí.

Aftur á Tvøroyri

Tí endaði hon aftur á Tvøroyri.

Pengarnir eru ikki avgerandi í hesum føri, segði býráðið á Tvøroyri.

Sambært býráðnum, sum viðgjørdi málið 14.juni 2018, er talan um eitt "prinsippmál", ikki um eitt pengamál.

Óvist er eisini, hvør bað Samson koma at sløkkja, ella, um hann fór av sínum eintingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012