Talið farið upp um 3.000

Talið farið upp um 3.000
Næstan helmingurin av fólkunum, sum hava fingið játtað lønarískoytið frá ALS, búgva í Suðurstreymoy
Tilsamans 3.005 fólk í Føroyum hava nú fingið játtað korona-lønarískoyti
 
07.04.2020 - 09:52

Nú hava tilsamans 3.005 fólk í Føroyum fingið játtað serliga lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini, vísa nýggjastu tølini í morgun.

Harumframt eru millum 700 og 800 umsóknir, sum ikki eru avgreiddar enn, sigur stjórin á ALS, Magni á Deild Olsen, við útvarpið.

Sí útgreinað tøl niðanfyri

Helmingurin av teimum játtaðu umsóknunum eru játtaðar til fólk, sum búgva í Suðurstreymoy, tey fægstu búgva hinvegin í Sandoy.

Sambært nýggjastu hagtølunum búgva 52.199 fólk í Føroyum. Sostatt fáa 5,8 prosent av fólkunum í Føroyum korona-lønarískoytið.

Í løtuni hava 1.521 kvinnur fingið játtað serliga lønarískoytið frá Arbeiðsloysisskipanini, meðan talið fyri menninar er tilsamans 1.484.

344 fólk í Føroyum fáa nú arbeiðsloysistuðul. Tey vóru 278 í farna mánað. Lønarískoytið fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl verður goldið í dag, .

Arbeiðsloysisstuðulin verður goldin 15. apríl. Lønarískoytið verður goldið tvær ferðir um vikuna, so hvørt, sum umsóknirnar verða skrásettar.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098