Flogskiparar vænta sær uppsøgn

Flogskiparar vænta sær uppsøgn
Avleiðingarnar av COVID-19 raka nú eisini flogskipararnar hjá Atlantic Airways
 
17.05.2020 - 08:32

Flogskipararnir, sum eru í starvi hjá Atlantic Airways, kunnuvænta sær eina uppsøgn, í næstum. Tað sigur Flogskiparafelag Føroya, sum hevur havt eykaaðalfund.

Nýggja nevndin í felagnum hjá flogskiparunum væntar, at nógvir av limunum í felagnum eru sagdir úr starvi áðrenn hesin mánin er liðugur.

Fara í "konstruktivt samskifti"

Felagið hevði eyka aðalfund fríggjakvøldið, og felagið fer komandi dagarnar í eitt "konstruktivt samskifti" - sum felagið skrivar - við Atlantic Airways í eini roynd, at varðveita so nógv størv, sum gjørligt.

Flogskiparafelag Føroya fer samstundis eisini at royna at tryggja, at galdandi ásetingarnar í sáttmálanum millum Arbeiðsgevarafelagið og Flogskiparafelagið verða hildnar í uppsagnartilgongdini.

Í nýggju nevndini hjá Flogskiparafelagnum sita Rúni Højgaard, formaður, Hans Christian Petersen, Johan í Niðristovu og Thomas Bo Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902