Føroyskur fótbóltur má víkja fyri Premier League

Føroyskur fótbóltur má víkja fyri Premier League
Norska TV2 ætlar so líðandi at gevast við at vísa føroyskan fótbólt, nú Premier League byrjar aftur.
 
31.05.2020 - 13:40

 

Premier League byrjar aftur í juni, og norska TV2 ætlar at vísa allar 92 dystirnir, sum eru eftir av hesum kappingarárinum.

Hetta ger, at minni av sjónvarpstíð verður til føroyskan fótbólt á norsku sjónvarpsrásini.

Tað skrivar norski tíðindamiðilin vg.no.

Føroyska fótbóltskappingin var millum tær fyrstu at byrja aftur eftir koronukreppuna.

Norska TV2 tryggjaði sær 1. mars rættindi til at senda 12 umfør av føroyskum fótbólti. Men nú eru fleiri aðrar kappingar byrjaðar, og í juni kunnu áskoðarar gleða seg til at síggja Premier League dystir aftur í sjónvarpinum, og tí má føroyski fótbólturin víkja.

TV2 gevst tó ikki beinanvegin við at vísa føroyskan fótbólt.

TV2 sigur, at tey ætla at halda avtaluna og vísa tey 12 umførini, men fara so líðandi at gevast við at vísa føroyskan fótbólt eftir tað.

 - Vit mugu ikki lata okkum blendast av bjørtu ljósunum á Anfield og Old Trafford. Vit mugu eisini minnast til føroyskan fótbólt. Føroyskur fótbóltur kom sum eitt ljós í myrkri, og tað hevur verið sjarmerandi, sigur Vegard Jansen Hagen, ítróttarredaktørur hjá TV2 í Norra.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098