Arbeiðsloysið veksur í Danmark

bannari
Arbeiðsloysið veksur í Danmark
Arbeiðsloysið er farið úr 3,7 prosentum upp í 5,6, og tað fer at vaksa enn meir
Talið av arbeiðsleysum í Danmark fer at vaksa enn meir, vísa metingarnar hjá Danmarks Statistik
 
30.06.2020 - 15:37

Nú eru 5,6 prosent av donsku arbeiðarafjøldini uttan arbeiði, skrivar Ritzau. Og talið av arbeiðsleysum fer at vaksa enn meir.

Tað vísa metingarnar, sum danska Hagstovan hevur gjørt. Seinasta uppgerðin er fyri mai, men roknað verður við, at talið fer at vaksa í juni.

Higartil eru kortini ábendingar um, at yvir 4.000 fólk fingu arbeiði í juni, so hvussu mánaðurin fer at roynast er ikki greitt, sigur ein greinari hjá Nykredit við Ritzau.

Serliga tey ungu, sum eru rakt

Koronakreppan er orsøkin til vaksandi arbeiðsloysið, tí í februar vóru 3,7 prosent arbeisleys, og síðani er arbeiðsloysið vaksið, upp í 5,6 prosent í mai.

Danska Hagstovan upplýsir, at tað serliga eru ung, millum 25 og 39 ár, sum missa arbeiðið, tí í tí aldursbólkinum er arbeiðsloysið meir enn 10 prosent.

Danska Hagstovan upplýsir eisini, at undir koronakreppuni hevur fráveran frá arbeiði verið væl lægri, enn hon var frammanundan. Óvist er kortini hví so er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012