53 nýggj grundstykki á Strondum

53 nýggj grundstykki á Strondum
Nærum øll grundstykkini eru longu seld
 
09.07.2020 - 08:44

53 grundstykki eru nú tøk á Strondum. 11 stykki eru á Fríðufløtum og 42 stykki eru við Hálsatjørn. Nærum øll grundstykkini eru longu seld.

Kreton og Voyt hava gjørt útstykkingarnar. Munin gjørdi verkætlanina, og HMP Consult hevði eftirlit við arbeiðinum. Útstykkingarnar kosta millum 16 og 17 milliónir krónur.

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt, at stykkini við Hálsatjørn kosta 300 krónur fermeturin, og á Fríðufløtum kosta stykkini 250 krónur fermeturin.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098