Vit brúka minni brennievni

Vit brúka minni brennievni
Innflutningurin av brennievni minkaði við 100 milliónum krónum mánaðirnar mars, apríl og mai í ár, samanborið við í fjør
 
16.07.2020 - 17:14

Samlað minkaði innflutningurin av brennievni við 100 milliónum krónum ella 5 prosentum mánaðirnar mars, apríl og mai, tá korona rakti føroyska samfelagið, samanborið við somu mánaðir í fjør. 

Tað er serliga bíliga brennievnið, sum er orsøkin. Innflutningurin minkaði 30 prosent, meðan virðið er minkað 60 prosent.

Um vit ikki telja innflutningin av brennievni við, er hinvegin talan um vøkstur í innflutninginum hesar mánaðirnar.

Færri bilar innfluttir

Færri bilar eru innfluttir hesar mánaðirnar. Innflutningsvirði í bólkinum bilar o.o. flutningsfør er minkað 17 prosent.

Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks fimm prosent,  her er meira innflutt í flestu vørubólkum.

Tó innflyta vit 18 prosent minni av klædnavørum og fótbúnaði, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012