Javnaðarmenn spyrja um BankNordik

Javnaðarmenn spyrja um BankNordik
Henrik Old spyr um vinningsbýtið seinastu 10 árini, og Heðin Mortensen spyr, hvørjar avleiðingar ein søla fær fyri starvsfólkini
Heðin Mortensen spyr, hvørjar avleiðingar tað fær starvsfólkini, um almenni parturin í BankNordik verður seldur
 
09.09.2020 - 15:39

Henrik Old og Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum hava sett hvør sín spurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um BankNordik.

Henrik Old vil hava at vita, hvussu stórt vinningsbýti landskassin hevur fingið úr BankNordik síðani 2010, og um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at selja almenna ognarlutin í bankanum.

Henrik Old sigur, at skal støða takast til spurningin um at selja, er neyðugt við upplýsingum um, hvussu stórt vinningsbýtið hevur verið.

Starvsfólkini

Heðin Mortensen vil hava at vita frá Jørgeni Niclasen, hvørjar avleiðingar einskiljingin av almenna partinum í bankanum fær fyri starvsfólkini í BankNordik.

Keypa útlendingar bankan, kann bankin gerast ein deild hjá einum útlendskum banka, og tí má greiða fáast á, hvørjar avleiðingar tað fær starvsfólkini í BankNordik, sigur Heðin Mortensen.

Tey skulu ikki liva í óvissu, sigur hann.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012