Revsilóg og dagpengar fáa fyrstu viðgerð í dag

Revsilóg og dagpengar fáa fyrstu viðgerð í dag
Tingfundurin byrjar klokkan 10
Tingfundur verður fyrrapartin, og fýra mál fáa fyrstu viðgerð
 
09.09.2020 - 08:58

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot um at broyta revsilógina.

Bjarni Hammer hevur fyri Javnaðarflokkin lagt fram broytingaruppskot um grein 119 í revsilógini.

Sambært dómsvaldinum broyttist greinin, tá hon varð umsett úr donskum til føroyskt. Grein 119 er um harðskap móti eitt nú politistum, sum gera arbeiði sítt.

Bjarni Hammer, sum sjálvur er løgreglumaður, sigur, at endamálið við uppskoti Javnaðarfloksins er at nágreina grein 119 í revsilógini, so til ber at revsa fyri at bróta hana.

Leigubústaðir og fastur kommunulækni

Tingið skal eisini viðgera eitt annað uppskot hjá Javnaðarflokkinum, uppskotið til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj.

Framsókn hevur uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum.

Og fólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum skulu í sóttarhald, fáa nú dagpengar, sambært lógaruppskotinum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrikvinna, hevur lagt fram, og sum skal viðgerast í tinginum í dag.

Lógin, sum gevur teimum dagpengar, sum eru koronurakt, verður longd. Hon fór annars úr gildi 31.august. 

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Rættarnevndin hevur fund í morgun.

Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna og broytingin, sum landsstýrið vil hava í vallógini, eru á skránni. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860