Fleiri fráboðanir um harðskap av rúsdrekka

Fleiri fráboðanir um harðskap av rúsdrekka
Higartil í ár verður rúsdrekka mett at vera orsøkin til 141 av tilsamans 488 áheitanum á Kvinnuhúsið
Kvinnuhúsið hevur fingið 488 áheitanir í ár
 
16.09.2020 - 10:22

Rúsdrekka er í fleiri førum enn í fjør atvoldin til, at kvinnur hava vent sær til Kvinnuhúsið í ár.

Í 2019 var rúsdrekka mett av vera orsøk til 67 av teimum tilsamans 432 áheitanunum, sum Kvinnuhúsið fekk.

Higartil í ár verður rúsdrekka mett av vera orsøkin til 141 av tilsamans 488 áheitanum.

Stóri munurin sæst í áheitanum, sum snúgva seg um sálarligan harðskap, fíggjarligan harðskap og materiellan harðskap. 

Sálarligur harðskapur

425 av av teimum 488 áheitanunum, sum hava verið higartil í ár, hava snúð seg um sálarligan harðskap. Í fjør var hetta talið 356.

Fíggjarligur harðskapur snýr seg um vantandi ávirkan á fíggjarlig viðurskifti.

Eisini materiellur harðskapur er vaksin nógv í ár. Hetta er, tá ymist materielt verður brotið í harðskapi.

170 fráboðanir hava verið um likamligan harðskap í ár. Í fjør vóru 207 fráboðanir um likamligan harðskap.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098