Føroyar vunnu bólkin við javnleiki

Føroyar vunnu bólkin við javnleiki
Innskifti Ári Mohr Jonsson skoraði málið, ið tryggjaði Føroyum javnleik móti Malta, og tað tryggjaði Føroyum uppflyting í Deild C.
 
17.11.2020 - 21:39

Áðrenn dystin var greitt, at ein javnleikur var nóg mikið hjá Føroyum, fyri at vinna bólk 1 í Deild D í Nations League kappingini. 

Leikararnir lovaðu, at teir fóru inn til dystin fyri at vinna, og í fyrra hálvleiki hildu liðskiparin, Hallur Hansson, og hinir leikararnir orð. Teir sótu tungt á dystinum, og Føroyar skaptu fleiri góðar møguleikar, og maltabúgvar vóru um ein háls. 

Malta sum eitt óløgi

Men Malta vísti seg at vera eitt líka trupult mótstøðulið hjá Føroyum, sum vit hava uppliva tað fyrr, tí dysturin koppaði fullkomiliga á høvdið í seinna hálvleiki. Maltabúgvar komu út til seinna hálvleik sum eitt óløgi. Fyrst fingu teir eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, hóast tað var sera knýpið.

Løtu seinnu, í 54. mintutti, sluppu føroyingar ikki so væl. Eitt innlegg endar við, at bólturin støkkur til Matthew Guillaumier sum smekkar bóltin í málið uttan møguleikan hjá Teiti Matras Gestssyni at bjarga.

Innskifting gjørdi mun

Føroyska liðið skuldi nú hava mál, og tað sást aftur, tí okkara menn settu seg enn einaferð á dystin og løgdu nógv fyri, at fáa útjavnandi málið. Og tað kom eisini, tá Gilli Rólantsson í 75. minutti spældi Sølva Vatnhamar sera hegnisliga frían í høgru síðu, og aldursforsetin og assist-kongurin á føroyska landsliðnum gjørdi júst tað, ið hann hevur gjørt so ofta fyrr. Sølvi spældi eina sera neyva sending til innskifta Ára Mohr Jonsson við handara stólpa, og so mikið væl lá sendingin, at Ári bara skuldi seta innarusíðuna á fótinum á bóltin og so var mál. 

Malta tók eftir málið aftur leiðsluna av dystinum og trýsti Føroyar langt aftur á vøllin, og tað er ikki ov nógv sagt, at Føroyar vóru um ein háls síðstu løtuna. Og tað var meira hepni enn skil, at Malta ikki aftur legði seg á odda, tá ein av frægastu maltabúgvunum, høgri bakkurin Joseph Mbong, bleiv púra fríur, men lukkutíð fyri Føroyar fekk hann ikki rættiliga skot á bóltin. 

Javnleikurin var nógv mikið til at tryggja Føroyum fremsta plássið í Bólki 1 í Deild D í Nations League kappingini. Harvið hava Føroyar eisini tryggja sær uppflyting til Deild C. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860