Hækka prísirnar undan Black Friday

Hækka prísirnar undan Black Friday
Sambært lógini skal ein vøra hava sama prís í minsta lagi seks vikur, áðrenn nýtt tilboð verður lýst
Stóri úrsøludagurin verður fríggjadagin, Black Friday, men frammanundan eru prísirnir hækkaðir
 
25.11.2020 - 16:09

Handlarnir brynja seg til Black Friday, sum verður fríggjadagin, og líkt er til, at nøkur av góðu tilboðunum eru ikki so góð,  sum tey tykjast vera.

í Danmark í øllum førum hava fleiri handlar seinastu mánaðirnar hækkað prísirnar á vørunum, í eini roynd at geva eina mynd av, at tilboðið er betri enn tað í veruleikanum er, tá prísirnir aftur verða lækkaðir útsøludagin, sum er fríggjadagin.

Pricerunner hevur greinað prísirnar á 1.000 útvaldum vørum hjá 50 av størstu nethandlum í Danmark, og har vísa tølini, at 70 prosent av handlunum hava sett prísirnar upp síðani 11. september, tá greiningin byrjaði.

Dýrka tvey prosent

Í miðal eru vørurnar dýrkaðar tvey prosent, vísir greiningin hjá Pricerunner, sum er ein tænasta, ið samanber prísir hjá handlum í Danmark.

Stjórin fyri Pricerunner í Danmark, Martin Andersen, sigur við danska TV2, at slík tilboð eru følsk, men tey eru ikki ólóglig, tí einki er í vegin fyri, at handlar hækka prísin nakrar mánaðir fyri eina útsølu, so leingi hetta verður gjørt í góðari tíð.

Sambært danskari lóg, skal ein vøra hava havt sama prís í minsta lagi seks vikur, áðrenn nýggja tilboðið verður lýst, fyri at kunna siga, at fyrri prísurin er vanligur prísur.

Eisini føroyska brúkaraumboðið hevur ásett, at vanligi prísurin skal hava verið galdandi í minsta lagi seks vikur, áðrenn hann kann verða nýttur sum samanbering við ein nýggjan tilboðsprís.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098