Kina ynskir Biden til lukku

26.11.2020 - 09:33
AktueltÚtheimurin
Kina ynskir Biden til lukku
Kinesiski forsetin leggur dent á, at USA og Kina eiga at sleppa undan ósemju og samanbresti
XI Jinping, forseti í Kina, hevur ynskt nýggja amerikanska forsetanum, Joe Biden, til lukku
 

Kineski forsetin, Xi Jinping, hevur sent Joe Biden fjarrit, har hann ynskir honum til lukku við forsetavalinum. 

Tað skriva almennir kinesiskir miðlar, sambært Reuters. 

Í fjarritinum, sum kinesiskir miðlar endurgeva burturúr, leggur Xi Jinping dent á, at USA og Kina mugu sleppa undan ósemju og samanbresti, og heldur virða hvønn annan, skrivar NTB.

Forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lopez Obrador, sigur, at tað hevur ongan skund at ynskja komandi forsetanum í USA til lukku við valinum.

- Okkum dámar ikki at ynskja til lukku frammanundan. Best er at bíða, segði hann við tíðindafólk í gjár.

Fyrireikar seg at taka við

Mánakvøldið fekk Joe Biden formliga boðini frá amerikanska stovninum, General Services Administration, um, at hann fyrireika seg at taka við forsetaembætinum.

Tað merkir m.a., at Biden og hansara fólk fáa pening og høli frá myndugleikunum, meðan tey fyrireika seg til at taka við valdinum 20. januar.

Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann hevur góðtikið góðkenningina, men váttaði samstundis, at hann fer at halda fram at stríðast fyri síni søk. 
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. januar
Breddin
119145
Týsdag 19. januar
Óhoyrt
119143
Týsdag 19. januar
Tempo
119133
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. januar
3-2
119108
Sunnudag 17. januar
Andakt við Jens Bech
119046
Sunnudag 17. januar
Guðstænasta í kirkjuni við Norðskála
119037
Mikudag 13. januar
Mentanarvirðislønir landsins 2020
118890