Bjørn Kalsø fyrsti varaskúlastjóri

Bjørn Kalsø fyrsti varaskúlastjóri
12 umsóknir vóru til starvið
Bjørn Kalsø er settur sum fyrsti varaskúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík
 
03.03.2021 - 08:54

Bjørn Kalsø er settur sum 1. varaskúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík. 

Bjørn Kalsø er útbúgvin lærari, og hevur síðani tikið akademiútbúgving í leiðslu. Hann hevur starvast sum lærari, bæði í fólkaskúla og á miðnámi.

Harafturat hevur hann í tveimum umførum verið landsstýrismaður, harav fýra ár í skúlamálum.

Í løtuni starvast Bjørn Kalsø sum lærari á Skúlatrøð, og hann tekur við nýggja starvinum eftir páskir.

12 umsóknir vóru til starvið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283