Gongur ov seint at koppseta sjófólk

Gongur ov seint at koppseta sjófólk
Tað gongur ov seint at koppseta sjófólk á handilsskipum fyri koronu, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimsins skipaflutning. Tað sigur formaðurin í ICS
 
19.07.2021 - 09:49

Tað gongur ov seint at koppseta sjófólk á handilsskipum fyri koronu, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri heimsins skipaflutning. Tað sigur formaðurin í ICS, sum er altjóða felagsskapurin fyri handilsskip, Esben Poulsson, við Bloomberg.

Koppsetingin gongur ikki nóg skjótt til at steðga smittuni í at breiða seg umborð á skipum, og tað setir sjófólk í vanda, samstundis sum tað tarnar skipaferðsluni og í síðsta enda eisini forðar búskapinum í at koma fyri seg aftur.

Í síðstu viku kallaði Esben Poulsson støðuna fyri "The perfect storm". 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444