Leggja lunnar undir størri samstarv

Leggja lunnar undir størri samstarv
Vilja styrkja hernaðarliga, politiska og búskaparliga samstarvið millum Russland og Hvítarussland
Aleksandr Lukasjenko og Vladimir Putin
Mynd: AP  
 
10.09.2021 - 10:15

Russland og Hvítarussland skulu deila pengar, brennievni og vápn í framtíðini. 

Tað er ætlanin hjá russiska forsetanum Vladimir Putin og hvítarussiska starvsbróðrinum Aleksandr Lukasjenko.

Forsetarnir báðir hittust á fundi í Moskva í gjár

- Vit eru tilreiðar at fara so langt við hernaðarliga, politiska og búskaparliga samstarvinum, sum íbúgvar okkarar krevja, segði forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, eftir fundin við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Samráðingarnar í Kreml vardu í fýra tímar. 

Undirskrivað í heyst
Á tíðindafundi søgdu forsetarnir, at teir eru samdir um at víðka samstarvið á 28 økjum.

Nú skulu trygdarráðini í londunum arbeiða víðari við hesum.

Ætlaninar eru, at longu í heyst skulu Putin og Lukasjenko skriva undir avtaluskjal, sum staðfestir samstarvið.

Vladimir Putin og Aleksandr Lukasjenko gjørdu greitt, at víðkaða samstarvið er nakað, sum russarar og hvítarussarar vilja hava, men teir søgdu ikki, á hvønn hátt fólk høvdu víst sín stuðul til ætlaninar.

Dalandi undirtøka
Báðir forsetarnir stríðast við vánaliga undirtøku. 

Lukasjenko sýtti fyri at viðganga, at hann tapti forsetavalið í fjør og hevur við valdið bart niður alla andstøðu í landinum.

Putin hevur sínum lagi gjørt alt fyri at dempa øll mótmæli í Russlandi.

Umfatandi samstarv
Á tíðindafundinum vóru eingir smálutir avdúkaðir, men tað er greitt, at talan er um stórar ætlanir.

Russland og Hvítarussland skulu menna felags gjaldsskipan, samskipaða bankaskipan og felags pengapolitikk.

Londini skulu eisini samskipa arbeiðslóggávuna og sosialpolitikkin.

Veita fíggjarligan stuðul
Aleksandr Lukasjenko hevur fyrr lovað, at nýggja grundlógin verður klár skjótt, og síðani verður forsetaval í Hvítarusslandi og Lukasjenko stillar ikki upp. 

Kanska fær hann ein annan tíðandi sess í samstarvinum við Russland. 

Viðvíkjandi orkupolitikkinum, lovaði Putin forseti, at Hvítarussland kann keypa gass líka bíligt næsta ár sum í ár. 

Eisini fer Russland at veita Hvítarusslandi góð lán.

NATO spøkir
Hernaðarligt samstarv hevur stóran týdning í víðkaða samstarvinum.

Dømi um samstarvið er stóra Zapad-21 venjingin, sum í løtuni er ígongd.

- Vit hava ongar fíggindar, sum  vit venja okkum til at vinna á, men vit síggja, at NATO er meira tilstaðar við okkara landamørk, segði Putin.

Lukasjenko segði hinvegin, at herurin noyðist at venja, tí mótpaturin ger tað sama. 

Hann tosaði eisini um, hvussu Hvítarussland í samstarvi við Russland er eitt dømi um fyrrverandi sovjetlýðveldi.

- Vit eru vend aftur til grundvøllin, sum hevur verið síðani sovjetttíðina, segði Lukasjenko.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098