Skal taka 14 dagar at avgreiða tinglýsing

Skal taka 14 dagar at avgreiða tinglýsing
Í august tók tað 10 vikur at avgreiða tinglýsingina, men í løtuni er málsviðgerðin hálva sjeyndu viku
Umhvørvisstovan umsitur tinglýsingina. Higartil í ár eru 12.194 skjøl latin til tinglýsingar.
 
22.11.2021 - 14:28

Málið hjá tinglýsingini er, at málsviðgerðin verður 14 dagar, men viðgerðin verður ávirkað av, hvussu umfatandi og hvussu nógv skjølini eru.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Beini Johannesen, løgtingsmanni.

Í august tók tað 10 vikur at avgreiða tinglýsingina, men í løtuni er málsviðgerðin hálva sjeyndu viku.

Nógv skjøl í summar

Sera nógv skjøl eru latin til tinglýsingar í summar, og fyri at bøta um støðuna, hevur Umhvørvisstovsstovan, sum umsitur tinglýsingina, gjørt innanhýsis umraðfestingar og útvegað sær tíðaravmarkaða hjálp.

Higartil í ár eru 12.194 skjøl latin til tinglýsingar.

Seinastu 10 árini hava tvey ársverk burturav arbeitt við tinglýsing, men hetta er ov lítið, tí arbeiðsbyrðan er vaksin so nógv, sigur Magnus Rasmussen.

Talgild tinglýsing

Eitt stig í tilgongdini at talgilda tinglýsingina var sett í verk í summar. Fólk, privatar fyritøkur og almennir stovnar hava nú beinleiðis atgongd til tinglýsingarupplýsingar og -skjøl.

Tað hevur havt við sær, at færri umbønir koma, og tí kann starvsfólkaorkan brúkast til aðrar uppgávur, m.a. at tinglýsa fasta ogn.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er ætlanin at játta 1,1 millión kr. til tinglýsingina. Játtanin er til eina forkanning til talgilda innlating, sigur Magnus Rasmussen í svarinum til Beinir Johannesen.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843