Koppseta nú børn fyri koronu

bannari
Koppseta nú børn fyri koronu
Í fyrsta umfari verður koppsett á Tjaldurs Apoteki í Havn
Heilsufrøðingar taka sær av sjálvari koppsetingini, og Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av teimum.
 
14.01.2022 - 12:43

Í morgin verður farið at koppseta tey fyrstu børnini millum 5 og 11 ár í Føroyum.

Í fyrsta umfari verður bara koppsett í Havn. Tað er Tjaldurs Apotek, sum fer at taka sær av uppgávuni.

Tað eru heilsufrøðingar, ið taka sær av sjálvari koppsetingini, og sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av teimum. Lækni frá sjúkrahúsverkinum verður eisini knýttur at tí einstaka koppsetingarstaðnum.

Korona.fo skrivar, at í næstum væntast, at Suðuroyar Sjúkrahús og Norðoya Apotek í Klaksvík eisini verða umfatað av skipanini. 

 

Kunnu bíleggja tíð

Longu nú ber til at bíleggja tíð til koppseting á heimasíðuni korona.fo.

Um tørvur verður á tí, er tað møguligt seinni at skipa fyri støkk-inn-koppsetingum aðrastaðni í landinum.

Samtykki krevst til koppseting av børnunum, og tí er umráðandi, at annað foreldrið ella møguligur verji hjá barninum er við til koppsetingina at vátta bíleggingina.

Fyri at sleppa undan ov nógvum trongsli á koppsetingarstaðnum, verður tó mælt til, at bara eitt vaksið fólk kemur við hvørjum barni, skrivar Sjúkrahúsverkið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444