Ken Nónklett verður kanningarstjóri

Ken Nónklett verður kanningarstjóri
Arbeiðssetningurin er skerdur, og kanningarstjórin fer bara at kanna umsitingina hjá Jacobi Vestergaard í 2020 og 2021
Ken Nónklett, advokatur, er settur sum kanningarstjóri.
 
03.03.2022 - 14:41

Ken Nónklett, advokatur, er í dag tilnevndur kanningarstjóri at kanna, um Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við útlutingar av fiskirættindum í 2020 og 2021. 

Tað hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður gjørt av.

Setanin av kanningarstjóranum hevur tikið heldur drúgva tíð, men høvuðsorsøkin er, at arbeiðssetningurin hjá kanningarstjóranum er skerdur samanborið við upprunaligu umbønina frá 15 tingmonnum í oktober 2021, sigur løgtingsformaðurin. 

Ikki grundarlag at kanna onnur tíðarskeið

Løgtingsumsitingin gjørdi vart við, at grundarlag var ikki fyri at seta kanningarstjóra at kanna umbidnu tíðarskeiðini 2010 og frameftir, eins og tíðarskeiðið 2018-19. 

Løgtingsformaðurin hevur síðan havt fundir við umboð fyri teir 15 tingmenninar, sum hava latið løgtingsformanninum hetta ískoyti til upprunaligu umbønina.

Løgtingsformaðurin hevur nú gjørt av, at kanningarstjóri bara verður settur at kanna tíðarskeiðið 2020-21. Avgerð um hetta er send umboðum fyri tingmenninar.

Kanningarstjórin, Ken Nónklett, kann nú fara undir kanningina, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. 

 

Arbeiðssetningurin hjá kanningarstjóranum er skerdur, og hann fer bara at kanna umsitingina hjá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismanni, í sambandi við útluting av fiskirættindum í 2020 og 2021. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949