Bilførarin funnin, ringdi sjálvur

Bilførarin funnin, ringdi sjálvur
Bilførarin, sum var við í einum ferðsluóhappi í Eysturoyartunlinum seinnapartin fríggjadagin men  ikki steðgaði, hevur boðað politinum frá
Óhappið hendi við rundkoyringina.
 
21.08.2022 - 10:11

Bilførarin, sum var við í einum ferðsluóhappi í Eysturoyartunlinum seinnapartin fríggjadagin men  ikki steðgaði, hevur boðað politinum frá.

Hann helt ikki, óhappið var so stórt, so tí koyrdi hann víðari. Ætlanin var ikki at rýma, hevur hann sagt frá.

Óhappið hendi, tá ein bilførari var á veg av Rókini yvir á Strendur.

Komin oman móti rundkoyringini í tunlinum, setti bilførarin ferðina niður, men tað varnaðist bilførarin aftanfyri ikki og rendi á bilin frammanfyri.

Bilarnir hildu báðir fram at koyra út úr tunlinum strandarmegin, men tá fremri bilurin steðgaði, tí bilførarin ætlaði at tosa við føraran í aftara bilinum, fór tann bilurin bara víðari.

Førarin í ákoyrda bilinum visti ikki nummarið, og tí var bilførarin eftirlýstur.

Hann ringdi so sjálvur til politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098