Sambandsflokkurin vildi hava Berg D. Joensen í Etiska ráðið

Sambandsflokkurin vildi hava Berg D. Joensen í Etiska ráðið
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, avgjørdi 30. august, hvussu Etiska ráðið skuldi mannast, og at Bergur Debes Joensen skuldi vera formaður
Bergur Debes Joensen er nýggjur formaður í Etiska ráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2022 - 18:00

Tað var ikki fyrisitingin í Heilsumálaráðnum, sum mælti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, til at velja Berg Debes Joensen til formann í Etiska Ráðnum. Avgerðina eigur landsstýrismaðurin einsamallur.

Men tað komu tó tvey tilmæli um at velja Berg Debes Joensen í ráðið. Tey komu frá Sambandsflokkinum á tingi og frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í kirkjumálum.

Hetta vísa skjølini í málinum um val av nýggjum limum í Etiska ráðið.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

 

Skal velja formannin og ein lim aftrat

Fyrisitingin í Heilsumálaráðnum skrivar í tilmæli til landsstýrismannin tann 17. august, at landsstýrismaðurin sambært lógini sjálvur skal velja formannin og ein lim afturat. Men onki tilmæli er um nakað navn. Avgerðina eigur landsstýrismaðurin.

Og síðani vísir fyrisitingin á, at landsstýrismaðurin harumframt skal tilnevna ein lim eftir tilmæli fra landsstýrismanninum í almannamálum, ein eftir tilmæli frá Kommunufelagnum, ein eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum, ein eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum og tríggjar limir eftir tilmæli frá teimum politisku flokkunum, sum hava umboð á løgtingi.

At enda mælir fyrisitingin til, at tríggir limir í ráðnum verða sitandi.

Júst sum Kaj Leo Holm Johannesen greiddi frá í Degi og Viku í gjár:

 

20092022_Kaj_Leo_til_net

 

Sambandsflokkurin og Jenis

Og øll hesi - uttan Sjálvstýri - sendu inn tilmæli.

Flokkurin hjá Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin á tingi, var tann, ið mælti til Berg Debes Joensen sum fyrsta val til nevndarlim. Jenis av Rana, landsstýrismaður í kirkjumálum, hevði Berg Debes Joensen sum annað val. Fyrsta val var Marjun Lómaklett, sóknarprestur í Klaksvík, sum eisini kom í nevndina.

Í tilmælinum frá fyrisitingini í Heilsumálaráðnum verður víst á, hvørji hesi ymisku tilmælini eru. Men onki tilmæli er altso um formann og hin limin, sum landsstýrismaðurin frítt kann velja.

 

Anne Mette Greve Klemensen, fráfarandi forkvinna í Etiska ráðnum. 

 

Mannaði ráðið 30. august

30. august tók Kaj Leo Holm Johannesen avgerð um, hvussu hann ætlaði sær endaliga at manna Etiska ráðið. Tá hevði hann eisini gjørt av, at Bergur Debes Joensen skuldi vera formaður. Ein avgerð, sum hann átti sjálvur uttan tilmæli frá fyrisitingini.

Tá Bergur Debes Joensen tíðliga í hesum mánaðinum fær formligu boðini um, at hann er valdur til formann, boðar hann Heilsumálaráðnum frá, at tað "ikki liggur fyri hjá sær at vera formaður ella vanligur limur í Etiska ráðnum."

Men hetta svarið verður ikki góðtikið.

 

Telefonfundur

Telefonfundur verður hildin við Berg Debes Joensen, sum seinni játtar at átaka sær uppgávuna.

Um tað var landsstýrismaðurin ella eitt embætisfólk í Heilsumálaráðnum, sum helt fundin við Berg Debes Joensen, sæst ikki í skjølunum. Men aðalstjórin, Turið Arge, upplýsir, at tað var ikki landsstýrismaðurin, ið helt hendan telefonfundin.

 

Sí skjøl í málinum her:

Tilmæli

Notat

Málsyvirlit

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098