Søren Gade formaður í fólkatinginum

Søren Gade formaður í fólkatinginum
Ein meiriluti í fólkatinginum fer í morgin at velja fyrrverandi verjumálaráðharran til nýggjan formann
Søren Gade verður nýggjur formaður í fólkatinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.11.2022 - 15:31

Søren Gade, fyrrverandi verjumálaráðharri, er valdur til fyribilsformann í fólkatinginum, og hann verður væntandi valdur til formann í morgin, tá fólkatingið formliga fer at góðkenna formansvalið.

Vinstriflokkurin skeyt um vikuskiftið upp at velja Søren Gade til nýggjan formann, og sosialdemokatarnir, SF, Moderatarnir og Nýggju Borgarligu tóku undir við uppskotinum.

Sostatt er stórur meiriluti í fólkatinginum fyri at velja Søren Gade til formann. 

Men hvørki Alternativið ella Eindarlistin taka undir við, at Søren Gade verður nýggjur fólkatingsformaður.

Báðir flokkar vísa á, at Søren Gade hevur verið uppi í málum, sum endaðu við, at hann noyddist at leggja frá sær sum verjumálaráðharri i 2010. 

Søren Gade segði í fólkatinginum í dag, at hann "ætlar at vera formaður fyri alt fólkatingið," sum hann málbar seg. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024 3:3 - finala
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101