Halda fram at koppseta fyri koronu

Halda fram at koppseta fyri koronu
Grønlendingar gevast at koppseta, men í Føroyum mælir landslæknin øllum, sum eru 50 ár og eldri, at fáa fjórða prikið
Lars Fodgaard Møller er landslækni.
 
10.01.2023 - 14:20

Eingin ætlan er um at gevast við at koppseta fyri koronu í Føroyum, sigur landslæknin.

Starsvfelagi hansara í Grønlandi sigur, at har gevast tey at koppseta, tá skamtarnir, sum nú eru í landinum, eru brúktir, vera ikki fleiri bílagdir.

Bara fólk, sum er heilt illa fyri heilsuliga, kunnu vera koppsett.

 

Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, sigur, at har fara tey at gevast at koppseta fyri koronu.

 

Mælir til fjórða prik

Lars Fodgaard Møller, landslækni í Føroyum, sigur, at her verður mælt til, at øll, sum eru 50 ár ella eldri, fáa fjórða prikið fyri koronu.

Hann sigur, at ivaleyst er til av koppingarskamtum í Føroyum.

Koppingarevnið, sum Føroyar og Grønland fáa, kostar londunum einki.

Danir gjalda.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444