Avgjørdu at íløgurnar skuldu leggjast á prísin

Avgjørdu at íløgurnar skuldu leggjast á prísin
Fyrrverandi formaðurin í Fjarhitafelagnum sigur seg skilja sjónarmiðið hjá brúkarunum, men hatta er farið, sigur Tróndur Sigurðsson
Fjarhiti er lagdur heilt úr á Kongavarða á Argjum. (Savnsmynd)
 
15.02.2024 - 12:22

- Tað er møguligt, at eigararnir áttu at rindað ein part av íløgunum, men man hevur valt, at tað skal leggjast á prísin.

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Tórshavnar kommunu og formaður í Fjarhitafelagnum frá 2020 til 2022. 

Brúkarafelagið "Skynsamur fjarhiti" hevur í hoyringarskrivi til nýggju elveitingarlógina sagt, at tey vilja hava útbyggingarnar hjá Fjarhitafelagnum kannaðar við afturvirkandi gildi.

 

Tróndur Sigurðsson er fyrrverandi formaður í Fjarhitafelagnum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Felagið sigur, at tær eru óskynsamar, og tey vilja ikki rinda prísin.

SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið, og tey hava í felag tikið avgerð um at útbyggja fjarhitanetið út í vesturbýin í Havn.

Tróndur Sigurðsson sigur seg skilja sjónarmiðið hjá brúkarafelagnum, men at hatta er farið:

 

15022024_Trondur_og_Fjrhitafelagid

 

Tróndur Sigurðsson var formaður í Fjarhitafelagnum tvey tey fyrstu árini av valskeiðnum. Hann er í løtuni næstformaður. 

 

Sune Jacobsen er formaður í Fjarhitafelagnum. (Savnsmynd)

 

SEV, sum er hin eigarin, hevur formansskapin i løtuni. 

Formaðurin í Fjarhitafelagnum, Sune Jacobsen, vil ikki gera viðmerkingar til málið, men sigur, at tað eru SEV og Tórshavnar kommuna, sum hava gjørt ætlanirnar um útbyggingar, og sum mugu svara fyri, um eigararnir skulu rinda part av útbyggingarætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098