Mammur tjena 34 % minni enn pápar

Mammur tjena 34 % minni enn pápar
Kvinnur tjena 34 % minni enn menn eftir at tær fáa sítt fyrsta barn. Eingin munur sæst á lønini hja monnum
 
08.03.2024 - 12:14

Í Føroym forvinna menn 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til tað - eitt nú eru færri kvinnur enn menn í Føroyum. 

Avleiðingin av, at færri kvinnur eru i Føroyum er, at 48,5 prosent av arbeiðsfjøldini er kvinnur og 51,5 prosent er menn. 

Men hví fer bert 40 av peningaupphæddini, sum verður goldin út í lønum til kvinnur?

Tað eru fleiri orsøkir til tað, men fleiri kunnu tær leiðast aftur til fyrsta barnsburðarfarkoyvi.

 

"Børn ávirka lønina"

Tøl, sum Hagstova Føroya hevur framleitt, vísa, at at lítil og eingin munur er á lønarlagnum hjá monnum og kvinnum áðrenn fyrsta barnið kemur.

Faktiskt tjenar kvinnan eitt sindur meira enn maðurin áðrenn fyrsta barnið kemur.

 

Eftir fyrsta barnið leggur inntøkulagið hjá kvinnuni seg meiri enn 40 prosent undir lønina hjá manninum. 

 

Tað fer upp aftur stutt eftir barsilin, so tað er 29 prosent undir lønarlagið hjá manninum, men so fer tað niður aftur og leggur seg í eina meira ella minni fasta legu á 34 prosent undir lønarlagið hjá manninum. 

Orsøkin er, at kvinnan byrjar at arbeiða niðursetta tíð, og hon heldur fram við at arbeiða niðursetta tíð so hon ongangtíð kemur upp á støði hjá manninum hvat lønini viðvíkur við øllum tí sum til hoyrur við manglandi pensjónum seinni í lívinum.

 

Talva: Tað ávirkar lønina hjá kvinnum, tá tær gerast mammur. Lønin fer niður og verður verandi lægri enn hjá monnunum.

Kelda: Hagstova Føroya

 

Sama mynstur í grannalondunum

Vit síggja neyvt sama mynstur í grannalondum okkara, Danmark, Svøríki. Bretlandi og Týsklandi

Samanborið við Danmark er munurin millum lønirnar hjá monnum kvinnnum størri minni í Danmark - har fáa kvinnurnar 21 prosent minni men menninir í løn móti 34 % í Føroyum. 

Í svøríki tjena kvinnurnar 26 % minni enn menninir eftir eina tíð og taka vit Bretland og Týskland er munurin nógv størri. 

Eftir fyrsta barni forvinnur kvinnan ávíkavíst 44 prosent minni en maðurin í Bretlandi og 61 prosent minni enn maðurin í Týskalndi - ikki bara beint eftir barnsburðarfalroyvi men restina av yrkisleiðini. 

Fyri bæði bretland og Týskland er galdandi, at kvinnurnar tjena munandi meiri enn mennirnir áðrenn fyrsta barnið - sostatt er munurin størri har samanborið vð Føroyar og Damark bæði áðrenn og eftir fyrsta barsilin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098