Russiska forsetavalið: 114 milliónir hava valrætt

Russiska forsetavalið: 114 milliónir hava valrætt
Í dag er seinasta freist hjá russarum at greiða atkvøðu til forsetavalið
Bíðirøð uttan fyri eitt valstað í St. Pætursborg í dag. 114 milliónir fólk hava valrætt til russiska forsetavalið
Mynd: Olga Maltseva/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.03.2024 - 12:48

Í dag lata valstøðini til russiska forsetavalið aftur, og sostatt er hetta seinasti møguleiki at greiða atkvøðu hjá teimum meir enn 114 milliónunum, sum hava valrætt. Og valrætt hava øll, sum eru fylt 18 ár og sum ikki sita í fongsli.

Russisku myndugleikarnir siga, at av hesum 114 milliónunum, sum hava valrætt, eru 1,9 milliónir russarar uttanlands og kunnu greiða atkvøðu á russiskum sendistovum í teimum londunum. Men sambært ES eru seks milliónir fólk, sum búgva í russiskt hersettu landspørtunum í Ukraina, eisini tald við. Hesar seks milliónirnar telja sostatt góð fimm prosent av allari veljarafjøldini.

ES hevur eisini funnist at Russlandi fyri at skipa fyri russiskum forsetavali í hersettu økjunum Luhansk, Donetsk, Kherson og Zaporizjzja og á Krim-hálvoynni.

Russiska forsetavalið strekkir seg hesaferð yvir tríggjar dagar, sum er meir enn vanligt. Eisini tað hevur ført til atfinningar aðrastaðni, tí tað ger tað truplari at halda eyga við, um alt fer rætt fram. Í 27 russiskum landspørtum eins væl og tveimum av hersettu ukrainsku landspørtunum ber tað fyri fyrstu ferð eisini til at atkvøða elektroniskt. Eisini tað ger tað truplari at hava eftirlit við valinum, verður sagt.

Tríggir avbjóðarar stilla upp ímóti sitandi forsetanum Vladimir Putin. Øll fýra valevnini taka undir við krígnum í Ukraina. Boris Nadezjdin og Jekatarina Duntsova, sum eru ímóti krígnum, sluppu ikki at stilla upp.

Í gjár vórðu fleiri fólk handtikin fyri at mótmæla ella eggjað øðrum til at mótmæla, at hesi bæði ikki sluppu at stilla upp, og væntað verður, at fleiri verða handtikin í dag eisini.

Altjóða valeygleiðarar frá OSCE sleppa ikki at hava eftirlit við, um valið fer fram á rættvísan hátt. Flestu eygleiðarar eru eisini samdir um, at russiska forsetavalið er ein glantrileikur, og at Vladimir Putin fer at verða afturvaldur við greiðum meiriluta. 

Russiska valskipanin sigur, at um einki valevni fær meir enn helmingin av atkvøðunum, skal veljast av nýggjum tríggjar vikur seinni.

Eingin roknar tó við, at tað verður neyðugt við einum øðrum valumfari. Størsti spurningurin er, hvussu stórur valsigurin hjá Vladimir Putin verður. Eygleiðarar siga, at um Putin fær ein sannførandi sigur, fer hann uttan iva at brúka tað sum eina álitisváttan um, at fólkið stuðlar innrásini í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216