FT-stjórin um semjuna: Óheppin mál, sum fóru ov langt

FT-stjórin um semjuna: Óheppin mál, sum fóru ov langt
Hvørki stjórin í Føroya Tele ella deildarstjórin í Kappingareftirlitinum vilja siga, hvussu stóra bót Føroya Tele skal rinda
Kristian Reinert Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.
 
21.03.2024 - 13:58

- Hetta hava verið sera óheppin mál hjá Føroya Tele, har farið er ov langt.

Tað sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Føroya Tele, um semjuna, sum er gjørd við Kappingareftirlitið, har Føroya Tele eisini viðgongur, at felagið hevur brotið lógina.

Í gjár boðaðu Føroya Tele og Kappingareftirlitið frá, at semja er gjørd í málinum um tær 45 milliónirnar, sum Kappingareftirlitið metti, at almenna partafelagið skuldi rinda í bót. 

Í málinum um Nema ásetti Kappingareftirlitið bótina til 18 milliónir kr., og í Tosa-málinum varð bótin ásett til 27 milliónir.

 

 

Brotið kappingarlógina

Tosa-málið er slept, meðan Nema-málið stendur við.

Føroya Tele váttar sostatt, at felagið hevur brotið kappingarlógina.

Kristian Reinert Davidsen vil ikki siga, hvussu stóra bót Føroya Tele skal rinda, men vísir til Kappingarráðið. 

Men Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum, vil heldur ikki siga, hvussu stór bótin er. 

 

21032024_Kristian_R__Davidsen

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098