- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samkirkjudagarnir verða á Sandi
Samkirkjudagarnir verða á Sandi
Frá 9. mai, sum er Kristi himmalsferðardagur, og til og við sunnudagin 12. mai, verða aftur Samkirkjudagar.
24.03.2024 - 16:35
Hesir dagar eru ein festivalur við ymsum kristiligum innihaldi, sum ætlanin er at hava triðjahvørt ár, og hesaferð verða teir á Sandi.
Tað veit heimasíðan hjá Fólkakirkjuni at siga.
Kirkjur og samkomur hava guðstænastur, møti, framsýningar, fyrilestrar, kjakfundir, konsertir, sang, dypping, kvirru, hugnaløtur fyri kvinnur og menn, ungdómsmøti og ein stóran barnafagnaða.
Yvirskriftin til Samkirkjudagarnar hesaferð er “Komið og síggið”, upplýsa tey trý í fyrireikingarbólkinum, Havstein Klein, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð.
Meira kann lesast á heimasíðuni samkirkjudagar.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV