Landsverk bestemmar í Sandoyartunlinum: Listin skal burtur

Landsverk bestemmar í Sandoyartunlinum: Listin skal burtur
Landsferðslunevndin hevur staðfest, at Landsverk er landsvegamyndugleiki í Sandoyartunlinum. Harvið er líkt til, at nógv umrødda listin í tunlinum skal takast niður
Nú verður listin hjá Edward Fuglø í Sandoyartunlinum tikin niður
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
17.04.2024 - 18:05

Nú er líkt til, at nógv umrødda listin hjá Edwardi Fuglø í Sandoyartunlinum verður tikin niður. 

Landsferðslunevndin hevur nevniliga staðfest, at Landsverk er landsvegamyndugleiki í Sandoyartunlinum. 

Limir í Landsferðslunevndini eru Landsverk og løgreglan, sum eru myndugleikar, og Akstovan og Ráðið fyri ferðslutrygd, sum eru ráðgevandi limir.

 

Ikki á einum máli

Nevndin var tó ikki á einum máli um, hvørja ávirkan umrødda listin hevur á ferðsluna í tunlinum.

"Trupulleikin, sum Landsverk sær hann, er ikki sjálv listin, men staðsetingin av listini," sigur Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari hjá Landsverki. 

Næsta stigið er at spyrja Samferðslumálaráðið, har Dennis Holm er landsstýrismaður, um ráðið tekur undir við avgerðini hjá Landsferðslunevndini.

Tekur Samferðslumálaráðið undir við avgerðini hjá Landsferðslunevndini, so er listin í Sandoyartunlinum ein saga blot. 

 

Ósemja um myndugleikan

Tað var dagin eftir, at Sandoyartunnilin læt upp 22. desember í fjør, at Sigurd Leifsson Lamhauge, táverandi stjóri í Landsverki, álegði tunnilsfelagnum at taka listaverkini hjá Edwardi Fuglø í Sandoyartunlinum niður. Landsverkstjórin segði, at listarverkini vóru til ampa fyri ferðslutrygdina. 

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, skúgvaði boðini til viks og segði, at Landsverk ikki var myndugleiki í undirsjóvartunlum.

"Tað er nú staðfest, at tað er Landsverk," sigur Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari hjá Landsverki
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Norðurljóð 29.apríl 2024
174355
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178