Kringvarp Føroya verður leitt av stýrinum, sum er ovasta leiðslan á stovninum. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Kringvarp Føroya virkar eftir ásetingunum í Kringvarpslógini og í øðrum fyriskipanum um virksemi á stovninum.
Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.
Kringvarpsstýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum velur stýrið fyri Kringvarpið. Frá 1. januar 2019 vórðu hesi vald:
Forkvinna: | Elin Winther Poulsen, løgfrøðingur, Hoyvík |
Næstforkvinna: | Katrin Petersen, journalistur, Sandur |
Limir: | Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík |
Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík | |
Theodor E.D. Olsen, sóknarprestur, Hoyvík | |
Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar | |
Carsten M. Arnskov, teknikari, starvsfólkaumboð, Tórshavn |