Lýsingar í sjónvarpinum

Lýsingar í sjónvarpinum

Lýsingar í sjónvarpinum eru áðrenn og aftaná Dag og Viku, 3-2, hóskvøldssendingina og Gekkin.

Evstamark fyri sjónvarpslýsingar er á middegi gerandisdagin fyri. Skal ein lýsing í sjónvarpið mánadag, skal hon vera latin KVF áðrenn á middegi fríggjadag. Tikið verður bert ímoti lýsingum sum fíla umvegis WeTransfer.

Ein sjónvarpslýsing kann í mesta lagi vera 45 sekund. Samanlagt tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn nevndu sendingar.

Sjónvarpslýsingin kostar 100 krónur pr. sekund, og harafturat kemur eitt avgreiðslugjald á 250,- kr. fyri hvørja lýsing sær.

Prísirnir eru uttan mvg.

Tøkniligu nágreiningarnar til sjónvarpslýsingar finnast her: Tøkniligar nágreiningar
 

Gjaldsfreist

Gjaldsfreistin hjá fyritøkum og stovnum er 14 dagar. Kringvarpið skilar sær rætt til at krevja lýsingar og kunngerðir goldnar áðrenn, um fyritøkan hevur skuld frammanundan.

Privatpersónar, feløg og áhugafeløg eiga at rinda frammanundan.