Orðing, mál og snið
Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi, orðing og sniði.
Kringvarpið gevur vegleiðing um, hvussu handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast. Reglugerðin um handilslýsingar og kunngerðir kann fáast við at venda sær til Kringvarpið.
Treytir
1. Kringvarp Føroya sendir handilslýsingar og kunngerðir við heimild í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m. og í kunngerð nr. 61 frá 17. juni 1998 um reglur fyri Kringvarp Føroya.
2. Lýsingar kunnu vera handilslýsingar ella kunngerðir. Við kunngerðir er at skilja lýsingar við kunnandi endmáli. Við handilslýsingar er at skilja lýsingar við handilsligum endamáli. Handilslýsingar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar.
3. Handilslýsingar og kunngerðir skulu verða greitt orðaðar og sømiligar, og innihaldið má ikki vera villeiðandi. Lýsingar mugu ikki stríða ímóti galdandi lógum ella fyriskipanum annars.
Ikki er loyvt at lýsa við heilivági, tubbaksvørum ella drykkivørum, hvørs alkoholinnihald er hægri enn 2,8 prosent vol.
Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum ella politiskum áskoðanum. Í handilslýsingum og kunngerðum er ikki loyvt at seta fram sjónarmið ella atfinningar móti politiskum flokkum, feløgum, stovnum, fyritøkum ella privatpersónum.
Kringvarpið gevur vegleiðing um, hvussu handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast. Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi, orðing og sniði í handilslýsingum.
4. Allar kunngerðir - uttan andlát, føðingardagar og brúdleyp - skulu verða undirskrivaðar við einum eintýddum navni á persóni, stovni, felagið, fyritøku ella líknandi.
Lýsingar frá handils fyritøkum, ið ikki verða lýstar við handilsligum endamáli, verða at rokna sum kunngerðir.
Lýsingar frá felagsskapum um tiltøk, ið til dømis hava til endamáls at savna inn pening, verða at rokna sum kunngerðir.
5. Kunngerðir kunnu t.d. fevna um: - Andlát og gravarferðir. - Føðingardagar: 70 ár, 75 ár, 80 ár og síðan støk ár. - Diamantbrúdleyp (60 ár) og krúndiamantbrúdleyp (65 ár). - Eftir sjófólki, arbeiðsfólki og handverkarum. - Um feðaætlanir og ferðaseðlar og broytingar í hesum. - Um almennar fundir, samkomur, konsertir, dans, biosýningar, sjónleikir og aðrar skemtanir, eydnuhjól, bingo o.t. - Avlýsingar og eftirlýsingar av persónum, skipum, bilum, prutlum og øðrum lutum. - Eftirlýsingar av hundum, og fráboðan um upptøku av djórum. - Boð frá almennum myndugleikum og stovnum og ymsum felagsskapum.
Ikki er loyvt í hesum kunngerðum, at nýta nøvn á ískoytisveitarum, eitt nú í samband við tiltøk. Tó kann Kringvarpið í einstøkum førum, geva loyvið til at víkt verður frá hesari reglu.
6. Handilslýsingar eru lýsingar, ið verða lýstar við handilsligum endamáli. Hesar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar. Kringvarpið avgreiðir sjálvt lisnu lýsingarnar, meðan ljóðlýsingar kunnu verða framleiddar lidnar í ljóðstudio.
7. Kringvarpið ásetir prísin á kunngerðum og lýsingum. Kunngerðir og lýsingar eiga at verða goldnar innan 14 dagar. Tó kunnu lýsarar gera serliga gjaldavtalu við Kringvarpið, sum eisini kann krevja at lýsingar verða goldnar, áðrenn tær verða lisnar.
Henda reglugerð kom í gildi 1. januar 2006.