Send inn andlát

Send inn andlát

Andlát verða lisin tvær ferðir í útvarpinum. Jarðarferðir kunnu lesast meira enn tvær ferðir um avvarðandi ynskja tað. Tað er ókeypis at lýsa andlát og jarðarferðir í útvarpinum.

Andlát skulu sendast við telduposti til of.fvk@taldna
 

Kringvarpið tilskilar sær rættin til at fremja málsligar broytingar í tekstinum samsvarandi galdandi almennum stavsetingar- og bendingarreglum, sum eru at finna hjá Málráðnum.

malrad.fo
 

Hesar upplýsingar skulu sendast:

  • Teksturin, sum skal lesast (andlát og jarðarferð)
  • Nær andlát og jarðarferð skulu lesast
  • Navn og telefonnummar á persóni, sum sendir andlátið inn
     

Freistir

  Senditíð Innlatingarfreist
Mán.-frí. 12:35 og 18:15 kl. 11:30 og kl. 15:00 sama dag
Leygardag 12:30 og 18:10 kl. 11:30 og kl. 13:30 sama dag
Sunnudag 14:10 og 18:10 kl. 13 sama dag
Halgidagar 14:10 og 18:10 kl. 13 sama dag

 

Andlát verða løgd á heimasíðu okkara stutt eftir, at tey eru lisin. Tó verða andlát, sum eru móttikin millum klokkan 13:30 leygardag og klokkan 13 sunnudag, ikki løgd á heimasíðuna fyrr enn mánamorgun.

Um ivamál eru ber til at ringja til okkara á telefon: +298 34 75 00