Ískoytisveitingar

Ískoytisveitingar

Kringvarpslógin ásetir, at Kringvarp Føroya kann hava ískoytisveitingar til serstøk og samskipað tiltøk, og at greiður skilnaður skal vera millum programminnihald og ískoytisveitingar.

Ein ískoytisveiting er ávís stuðulsveiting sum peningur, stuðul ella vinningur, ið verður latin. Ískoytisveitingin kann latast til størri og kostnaðarmiklar sendirøðir, t.d. innan greinir sum dokumentar, drama og undirhald, ella kostnaðarmiklar ítróttaframleiðslur.

Fyritøkur, virki, handlar, stovnar, feløg o.l. kunnu gera sáttmála/-r um ískoytisveiting/-ar. Víst verður til ískoytispolitikkin hjá Kringvarpi Føroya: Ískoytispolitikkur hjá Kringvarpi Føroya