Kunngerðir í útvarpinum

Kunngerðir í útvarpinum

Kringvarp Føroya kann senda kunngerðir, ið hava eitt kunnandi endamál.

Kunngerðir verða lisnar aftaná høvuðstíðindasendingarnar á middegi og á kvøldi. Kostnaðurin er 30 krónur fyri hvørt orð, og harafturat er eitt ómaksgjald á 100 kr.

Tað ber til at fáa kunngerðina lisna í sambandi við smærru tíðindasendingarnar, men tá kostar kunngerðin tvífalt so nógv. Prísirnir eru uttan mvg.

Kunngerðir kunnu sendast til kunngerdir@kvf.fo ella tú kanst ringja til 347500.

  Senditíð Innlatingarfreist
Mán.-frí. 12:35 og 18:15 kl. 11:30 og kl. 15 sama dag
Leygardag 12:30 og 18:10 kl. 11:30 og kl. 13:30 sama dag
Sunnudag 14:10 og 18:10 Leygardag kl. 13:30
Halgidagar 14:10 og 18:10 Kl 15, síðsta gerandisdag fyri