Útvarpið kann senda ljóðlýsingar. Hesar lýsingar, ið Kringvarp Føroya tekur ímóti, skulu vera lidnar.
| Senditíð | Innlatingarfreist | |
| Mán.-frí. | 08:00, 12:15 og 17:55 | kl. 10:00 og kl. 14 sama dag |
| Leygardag | 10:00, 12:15 og 17:55 | kl. 14:00 fríggjadag |
| Sunnudag | 10:00, 13:55 og 17:55 | Fríggjadag kl. 14:00 |
| Halgidagar | 10:00, 13:55 og 17:55 | Fríggjadag kl. 14:00 |
Ein ljóðlýsing kann í mesta lagi vera 30 sekund. Tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn høvuðstíðindasendingarnar. Ljóðlýsingin kostar 50 krónur pr. sekund, og harafturat kemur eitt ómaksgjald á 250,- kr. fyri hvørja lýsing sær. Prísirnir eru uttan mvg.
Tøkniligu nágreiningarnar til ljóðlýsingar finnast her: Tøkniligar nágreiningar
Gjaldsfreist
Gjaldsfreistin hjá fyritøkum og stovnum er 14 dagar. Kringvarpið skilar sær rætt til at krevja lýsingar og kunngerðir goldnar áðrenn, um fyritøkan hevur skuld frammanundan.
Privatpersónar, feløg og áhugafeløg eiga at rinda frammanundan.