Reglugerð fyri lýsingar og kunngerðir

Reglugerð fyri lýsingar og kunngerðir

Orðing, mál og snið

Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál viðvíkjandi innihaldi, orðing og sniði.

Treytir

1. Kringvarp Føroya sendir handilslýsingar og kunngerðir við heimild í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 24. desember 2015.

2. Lýsingar kunnu vera handilslýsingar ella kunngerðir. Við kunngerðir er at skilja lýsingar við kunnandi endmáli. Við handilslýsingar er at skilja lýsingar við handilsligum endamáli. Handilslýsingar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar.

3. Handilslýsingar og kunngerðir skulu verða greitt orðaðar og sømiligar, og innihaldið má ikki vera villeiðandi. Lýsingar mugu ikki stríða ímóti galdandi lógum ella fyriskipanum annars.

Ikki er loyvt at lýsa við heilivági, tubbaksvørum ella drykkivørum við alkoholinnihaldi.

Loyvt er ikki at lýsa fyri búskaparliga heftum sjónarmiðum ella fyri átrúnaðarligum ella politiskum áskoðanum. Í handilslýsingum og kunngerðum er ikki loyvt at seta fram sjónarmið ella atfinningar móti politiskum flokkum, feløgum, stovnum, fyritøkum ella privatpersónum.

Kringvarpið vegleiðir um, hvussu kunngerðir skulu orðast. Handilslýsingar og kunngerðir skulu orðast soleiðis, at tær eru lættar at skilja og hava ein náttúrligan málburð. Kringvarpið tekur endaliga avgerð um øll ivamál um innihald, orðingar og snið í handilslýsingum og kunngerðum.

4. Lýsingar frá handilsfyritøkum, ið ikki verða lýstar við handilsligum endamáli, verða at rokna sum kunngerðir. Lýsingar frá felagsskapum um tiltøk, ið til dømis hava til endamáls at savna inn pening, verða at rokna sum kunngerðir.

5. Kunngerðir kunnu t.d. fevna um føðingardagar og brúdleyp, lýsing eftir arbeiðsfólki, lýsing um ferðaætlanir, almennar fundir, samkomur, konsertir, dans, biosýningar, sjónleikir v.m. Ikki er loyvt í hesum kunngerðum, at nýta nøvn á ískoytisveitarum, eitt nú í sambandi við tiltøk.

6. Handilslýsingar eru lýsingar, ið verða lýstar við handilsligum endamáli. Hesar kunnu verða lisnar lýsingar ella ljóðlýsingar.

7. Kringvarpið ásetir prísin á kunngerðum og lýsingum. Kunngerðir og lýsingar eiga at verða goldnar innan 14 dagar. Kringvarpið kann krevja, at lýsingar/kunngerðir verða goldnar, áðrenn tær verða miðlaðar.