Ursula von der Leyen í Føroyum

"Broytta heimsstøðan ger tað alsamt meiri neyðugt hjá okkum í Føroyum, at knýta okkum tættari at londunum, ið hava somu virði sum vit," segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, vitjaði í Føroyum. 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Vitjanin var sermerkt, tí hetta er fyrstu ferð, at eitt forfólk í ES-nevndini er á vitjan í Føroyum. 

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, ásannaði, at tað var serliga broytta støðan við kríggi í Evropa, ið hevði fingið hana hendan vegin. 

Við sær til Føroya hevði ES-forkvinnan eisini lyfti um, at ES er sinnað at lata sín marknað meira upp fyri virkaðum vørum úr Føroyum. Afturfyri skulu føroyingar lúka nøkur krøv, gjørdi sterka ES-nevndarforkvinnan vart við.  

Elisabeth F. Rasmussen, sendikvinnan í Brússel, bjóðar vælkomin. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, skrivaðu undir eitt semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv.

Í skjalinum verður dentur lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum millum Føroyar og ES á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum. Men latið er eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á øðrum økjum, eitt nú í sambandi við grøna orkuskiftið, veðurlagsátøk og talgilding.

"Tykkara staðseting í Norðuratlantshavi er týðandi strategiskt og ein durur til Arktis," segði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á tíðindafundinum í Tinganesi.

Áhugin fyri vitjanini og tíðindafundinum var so stórur, og pláss var ikki fyri øllum í tíðindarúminum í Tinganesi. 

"Tað er eyðsæð, at vit fólkaræði mugu standa saman, nú fólkaræði í Evropa eru hótt. Hetta er ein av orsøkunum til at eg eri her. Men hin orsøkin er, at vit hava eitt gott handilssamstarv, sum vit ynskja verður víðkað enn meira."

Úti á Reyni hevði ein lítil mannfjøld tikið stig til at gera vart við syndarligu støðuna í Palestina. 

Ursula von der Leyen brúkti eisini høvið til at seta seg inn í føroysk viðurskifti. 

Forkvinnan í ES-nevndini vitjaði hjá SEV uppi í Húsahaga, har Hákun Djurhuus, stjóri, og Terji Nielsen, menningarleiðari, greiddu frá um grøna orkuskiftið hjá SEV. 

Lurtað varð við stórum áhuga, meðan Terji Nielsen greiddi frá um stóru ætlanirnar hjá SEV. 

Vindmyllulundina í Húsahaga var eitt sera hóskandi myndaevni til mongu svongu tíðindafólkini, ið fylgdu við fylginum hjá ES-forkvinnuni. 

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, tók ímóti, tá forkvinnan í ES-nevndini vitjaði á Glyvrum. Regin Jacobsen kvetti øll handilssambond hjá Bakkafrosti við Russland, tá Russland leypa á Ukraina. 

Ursula von der Leyen gjørdi vart við, at hon væl vista, at tiltøkin móti Russlandi hava havt ein høgan prís við sær fyri Føroyar og føroyska útflutningsvinnu. "Vit virðismeta tykkara greiðu støðu," staðfesti honum. 

Regin Jacobsen gjørdi Ursulu von der Leyen greitt, at Bakkafrost og aðrir laksaalarar hava tørv á fríari atgongd til ES-marknaðin fyri meirvirkaðum vørum úr laksi. Avmarkingarnar í løtuni forða vørumenning og nýhugsan. 

Regin Jacobsen fegnast um, at forkvinnan í ES-nevndini segði seg vera sinnaða at gera sítt til, at Føroyar fáa betri marknaðaratgongd fyri meirvirkaðar vørur úr fiski. 

Forkvinnan í ES-nevndini er hægsti persónur í Evropa Samveldinum, sum føroyska vinnan nakrantíð hevur fingið í tal um atgongdina til ES-marknaðin. Tað gav orsøk til vón um batar, helt stjóri í Bakkafrosti. 

Góða sambandið millum ES og Danmark var eyðsýnt, tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, legðist til fylgdið hjá ES-forkvinnuni. Mette Frederiksen kom til Føroya, fyri at vísa sín stuðul til vitjanina hjá Ursula von der Leyen í bæði Føroyum og Grønlandi. 

Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, tók ímóti løgmanni, forsætisráðharranum og ES-forkvinnuni í Kaldbak. 

Víst varð runt á Ocean Rainforrest, ið arbeiðir við at ala tara til matvøru-, matstovu- og vakurleikavinnur uttanlands. 

Ursula von der Leyen vísti slóðbrótandi framleiðsluni hjá Ocean Rainforrest stóran áhuga.

Trygdin var í hásæti undir allari vitjanin hjá valdmiklasta persóninum í Evropa. 

Vitjanin hjá Ursula von der Leyen endaði við, at landsstýrið bjóðaði til ein betri bita í Bø. 

Tá vitjað varð í Vágunum, so var upplagt at síggja kanska mest avmyndaða stað í landinum, Múlafoss í Gásadali. 

Gunnar K. Nattestad, ið rekur Pakkhúsið í Bø saman við konuni Helgu, tók ímóti fína fylginum uttan fyri Pakkhúsið. 

Útsýnið frá túninum uttanfyri Pakkhúsið í Bø bergtók veruliga Ursula von der Leyen. 

Er kopiera