Gera royndarskipan á eldraøkinum í Suðuroy

Gera royndarskipan á eldraøkinum í Suðuroy
Skipanin umfatar tey, sum eru yngri enn 67 ár, og pengar fylgja við, sigur løgmaður
05.04.2019 - 20:27

Landsstýrið og Bú- og heimatænastan, sum umsitur eldraøkið í Suðuroynni, hava í dag gjørt avtalu, um at Bú- og heimatænastan sum eina roynd í tvey ár eisini skal hava ábyrgdina av teimum, sum eru yngri enn 67 ár.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at pengar fylgja við.

Dennis Holm, formaður í stýrinum fyri Bú- og heimatænastuna, sigur, at hetta er byrjanin til eina loysn.

Hann heldur, at Bú- og heimatænastan verður før fyri at loysa uppgávuna betur enn landið ger í løtuni. 

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at munurin á afturberingini av pengum til kommunurnar fyri eldraøkið og útreiðslurnar, er ov stórur, og tí má leisturin endurskoðast.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098