18 heiðursmerki vunnin í tveir dagar

bannari
18 heiðursmerki vunnin í tveir dagar
Føroyar hava vunnið sjey gull, tvey silvur og níggju bronsuheiðursmerki, nú annar dagurin á Oyggjaleikunum er av
09.07.2019 - 00:44

Annar dagurin á Oyggjaleikunum hevur roynst væl.

Í svimjing vunnu Føroyar fýra gull, eitt silvur og trý bronsu, umframt at tvey føroysk met og tvey landsliðsmet vórðu sett.

Róland Toftum eigur annað metið, sum hann setti á 100 m bringu við tíðini 1.02.38, meðan Vár E. Eidesgaard setti met á 200 metrum frí við tíðini 2.00.74.

Í judo vunnu Føroyar seks heiðursmerki. Eitt gull, eitt silvur og fýra bronsu. Bárður H. Lenvig vann gull.

Harafturat vunnu Føroyar bronsu í liðkappingini í badminton og á 10.000 metrum, tá Sarah Vallin rann seg til eitt triðja pláss.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098