Handilspolitikkur og Huawei á skránni

Handilspolitikkur og Huawei á skránni
Spurdur beinleiðis, um handilspolitikkur og Huawei vórðu knýtt saman, sigur kelda hjá Kringvarpinum - "tað kanst tú sjálvur rokna út"
03.12.2019 - 19:40

Ein kelda í landsstýrinum váttar, at kinesiski sendimaðurin Feng Tie vildi tosa um samstarvið millium Føroya Tele og Huawei og um handilsviðurskiftinini millum londini á vitjanini 11. november.

 

Í gjár fekk Kringvarpið fútaforboð fyri at endurgeva, hvat var sagt á fundinum millum løgmann, landsstýrismannin við ábyrgd av Føroya Tele og kinesiska sendiharran. Men tað vóru tveir fundir hendan dagin. Tað sæst í innlitinum, sum Kringvarpið hevur fingið. Fyrri fundurin var klokkan kvart yvir átta sama morgun millum Jenis av Rana og Feng Tie. Embætisfólk luttóku eisini á fundinum. Hesin fundurin var bert, tí Jenis av Rana skuldi av landinum í arbeiðsørindum og tí ikki kundi luttaka á fundinum, sum Kringvarpið hevur fingið fútabanna móti at endurgeva frá. Hetta var samstundis annar fundurin millum kinesiska sendiharran og Uttanríkismálaráðharran, síðani nýggja landsstýri tók við. 

 

Keldan hjá Kringvarpinum, sum vil vera dulnevnd, váttar, at fundurin snúði um samstarvsavtaluna millum Huawei og Føroya Tele. Keldan váttar eisini, at nert var við handilsviðurskiftini landanna millum. Spurdur beinleiðis, um hesi vóru knýtt saman, sigur keldan,  - at tað kanst tu sjálvur rokna út. 

 

Landsstýrið er fangað sum lús millum tvær negl í einum handils og trygdarpolitiskum stríði millum USA og Kina, orsakað av samstarvsavtaluni millum Føroya Tele og Huawei. Kinesar er ikki teir einasti, ið hava bankað á dyrnar í Tinganesi. Amerikanska sendikvinnan Carla Sands blandaði seg óvanliga beinleiðis upp í føroyskan innanríkispolitikk, tá hon í Sosialinum fríggjadagin heitti á føroysku telefeløgini og føroyskar myndugleikar um at kvetta øll bond til kinesisku fyritøkuna.  

 

Sí innslag í Degi og Viku í kvøld við at trýsta á pílin á myndini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098