Skeivt at samantvinna virðisøking og fiskiskapin í Barentshavinum

Skeivt at samantvinna virðisøking og fiskiskapin í Barentshavinum
Landsstýrismaðurin ætlar at biðja síni embætisfólk í Fiskimálaráðnum um at greina, hvat vendir upp og niður
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.
 
03.05.2023 - 09:00

- Eg taki væl ímóti øllum tankum um virðisøking. Men tað er skeivt at tvinna saman virðisøking av uppsjóvarfiski við Føroyar og føroyska fiskiskapin í Barentshavinum.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum ikki kennir seg bundnan at fylgja niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Sjúrði Skaale.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

Niðurstøðan í frágreiðingini hjá Sjúrði Skaale er, at føroyska samfelagið hevði fingið 400 milliónir krónur meira burturúr at fiskað og virðisøkt tað, sum Føroyar lata Russlandi og Noregi aftur fyri kvoturnar í Barentshavinum.

Tað roknistykkið tekur landsstýrismaðurin við fyrivarni.

 

Hanus Hansen er stjóri í JFK.

 

Stjórin í JFK, Hanus Hansen, er komin við øðrum tølum, sum sáa stóran iva um tølini í frágreiðingini hjá Sjúrði Skaale.

Landsstýrismaðurin ætlar sær tí at biðja síni embætisfólk í Fiskimálaráðnum um at greina, hvat vendir upp og niður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03052023_Dennis_Holm

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537