Sverri róði seg til silvur og EM-pláss

Sverri róði seg til silvur og EM-pláss
Sverri Sandberg Nielsen róði seg til silvurið og tryggjaði sær samstundis EM-plássið, tá finalan í ársins fyrstu World Cup-stevnu var í Zagreb í dag
Afturkoma: Sverri Sandberg Nielsen fekk silvur í síni fyrstu finalu síðan Tokyo
Mynd: Balint Czucz/roning.dk  
 
07.05.2023 - 14:10

Sverri Sandberg Nielsen fekk silvur og tryggjaði sær samstundis pláss til EM, tá finalan í ársins fyrstu World Cup-stevnu var í Zagreb.

Hetta var fyrsta finalan hjá miðvinginum síðan Olympisku leikirnar í Tokyo fyri nærum tveimum árum síðan, og bert týskarin, Oliver Zeidler, var skjótari á mál.

Kappingin hevði serligan týdning fyri Sverra Sandberg Nielsen og hin danan í finaluni, Bastian Secher, tí teir kappaðust innanhýsis um einskullaraplássið til EM í Slovenia í summar.

Tann dystin vann føroyingurin greitt. Bastian Secher endaði á 5. plássi, góð 10 sekund aftanfyri Sverra Sandberg Nielsen.

World Cup í Zagreb:

1. Oliver Zeidler, 06:46.82
2. Sverri Sandberg Nielsen, 06:49.40
3. Nikolaj Pimenov, 06:54.48
4. Kristian Vasilev, 06:55.21
5. Bastian Secher, 06:59.45
6. Gonzalo Garcia Ferrero, 07:10.42

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 27. apríl
Sement 2024 3:3 - finala
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101