Nógvur svartkjaftur í føroyskum sjógvi

Nógvur svartkjaftur í føroyskum sjógvi
Seks skip landa til Havsbrún í vikuni
Havsbrún tekur ímóti nógvum svartkjafti. Seks skipa landa hesa vikuna.
 
12.05.2023 - 08:15

Nógvur svartkjaftur er framvegis at fáa í føroyskum sjógvi.

Íslendsku skipini fáa nógvan svartkjaft, tey siga frá rokfiskiskapi, og túrarnir eru stuttir.

Skipini fáa yvir 1.000 tons um samdøgrið. Og veðrið er gott á fiskileiðini.

Á heimsíðuni hjá Síld­ar­vinnsl­uni, sum hevur uppsjóvarvirki á Norðfjørðinum og á Seyðisfirði, verður sagt, at nógv meiri svartkjaftur er í ár enn undanfarin ár.

Íslendsku ­skip­ini hava landað stívliga 190.000 tons av svartkjafti í hesari veiðitíðini.80.000 tons eru eftir. 

 

Goyma kvotu

Rættast verður hildið at goyma kvotu, tí svartkjafturin er feitari og betri, tá hann kemur í íslendskan sjógv.

Eisini føroysku skipini fáa nógvan svartkjaft.

Sambært heimasíðuni hjá Havsbrún landa seks skip nú í vikuni. 

Tey hava millum 1.500 og 2.750 tons av svartkjafti.

Finnur Fríði hevur 1.600 tons, Norðingur 1.600 tons, Ango 1.500, Fagraberg 2.750 tons, Arctic Voyager 1.900 og Tróndur í Gøtu hevur 1.500 tons av svartkjafti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098