- Okkum tørvar matmenning

- Okkum tørvar matmenning
Nú ber til at søkja um stuðul til at økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu.
"Okkum tørvar matmenning", sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
 
04.06.2023 - 10:43

Játtaðar eru 750.000 krónur til royndarverkætlanir, ið upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing.

- Okkum tørvar matmenning, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og vísir á rákið, sum er at flyta seg alt meira frá tí siðbundna og staðbundna matinum.

- Tíbetur er áhugin fyri stuttfluttum og heilsugóðum mati vaksandi, og hesum góða ráki vilja vit við hesi stuðulsskipan skunda undir.

Landsstýrismaðurin sigur seg vóna, at tað koma nógvar og ymiskar umsóknir um matverkætlanir í samstarvi við føroyskar veitarar.

Eitt nú kunnu dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum.

Málið er, at í minsta lagi tríggjar verkætlanir - og helst fleiri - verða framdar, og einki minstamark er fyri stødd á verkætlanum.

Freistin at søkja um stuðul frá vinnumálaráðnum er 22. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444