Samtakið Christian í Grótinum keypt 42 prosent av orkufelagnum Magn

Samtakið Christian í Grótinum keypt 42 prosent av orkufelagnum Magn
Kappingareftirlitið hevur góðkent, at samtakið Christiani í Grótinum í Klaksvík at keypur seg inn í orkufelagið Magn. Ognarluturin er 42 prosent
Meirilutin í orkufelagnum Magn er nú aftur á føroyskum hondum. Samtakið Christian í Grótinum hevur nú keypt 42 prosent av felagnum
Mynd: Savnsmynd  
 
25.07.2023 - 16:12

Ætlanirnar hjá samtakinum Christiani í Grótinum í Klaksvík um at keypa seg inn í orkufelagið Magn, eru nú veruleiki.

Kappingareftirlitið nú hevur góðkent, at samtakið keypir seg inn í orkufelagið. 

Upprunaliga ætlaði Chistian í Grótinum at keypa meirilutan í Magn, men tað er endað við, at samtakið keypir 42 prosent av partabrøvunum.

Við hesum stóra ognarluti er nú samlaði meirilutin av partabrøvunum í felagnum aftur á føroyskum hondum. 

Jan Petersen er stjóri í Christian í Grótinum-samtakinum. 

250723_Jan_Petersen_CIG

 

Long tilgongd

Ætlanin hjá Christian í Grótinum-samtakinum at keypa meirilutan í Orkufelagnum, sum eigur Magn, fór í fyrsta umfari fyri bakka.

Samtakið bjóðaði í oktober í fjør teimum báðum íslendsku fyritøkunum, Skel og Hólmi, 170 milliónir krónur fyri tey 56 prosentini av partabrøvunum, sum tey áttu í Orkufelagnum.

Men tá ið ein av partaeigarunum í januar í ár kom við eini stevning, sum hevði við forkeypsrættin at gera, slepti Christian Grótinum-samtakinum keypsætlanini. 

Nú hevur  samtakið Christian í Grótinum í staðin keypt 42 prosent av Magni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958