Høgni Hoydal: "Ikki eitt tekin um ósemju í Tjóðveldi"

Høgni Hoydal: "Ikki eitt tekin um ósemju í Tjóðveldi"
Formaðurin í Tjóðveldi avsannar, at tað er ósemja í Tjóðveldi um revsitiltøkini móti Russlandi, tí aðalstjórnarforkvinnan í flokkinum longu nú vil ógilda revsitiltøkini
Høgni Hoydal heldur, at tað er eitt sunt tekin, at Tjóðveldi hevur eina støðuga viðgerð og eftirmeting av revistiltøkunum móti Russlandi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.08.2023 - 13:00

"Tað er ikki tekin um ósemju í Tjóðveldi, at stjórnarforkvinnan, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, setir spurnartekn við tiltøkini, sum eru sett í verk móti Russlandi," sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

"Heldur er talan um eina støðuga viðgerð og eftirmeting í flokkinum, hvørt tiltøkini virka eftir ætlan ella ikki," leggur hann afturat. 

Tað var í gjár, at Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, stjórnarforkvinna í Tjóðveldi, setti spurnartekin við, um revsitiltøkini móti Russlandi raka rætt. 

"Vit eiga longu nú at eftirmeta, um revsitiltøkini móti Russlndi hava ta ávirkan, sum var ætlað," skrivaði Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna í Tjóðveldi, í lesarabrævi við yvirskriftini "Nær skulu vit ógilda revsitiltøk móti Russlandi?". 

Við útvarpið í gjárkvøldið segði Sigrid Jensdóttir Dalsgaard soleiðis um málið. 

Sigrid_Dalsgaard_090823

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur, at tað er eitt sunt tekin, at flokkurin hevur eina støðuga viðgerð og eftirmeting av revistiltøkunum. 

Hogni_Hoydal_090823

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098