Atlantsflog besta leiguflogfelag í ríkinum

Atlantsflog besta leiguflogfelag í ríkinum
Danish Travel Awards hevur kosið bestu feløg í flogferðavinnuni
Jóhanna á Bergi, stjóri, við heiðrinum, tá Atlantsflog í gjárkvøldið var kosið besta leiguflog í ríkinum.
Mynd: Check-in.dk  
 
05.10.2023 - 08:24

Atlantic Airways er besta leiguflogfelag í danska ríkinum.

Tað var kunngjørt í gjárkvøldið, tá Danish Travel Awards valdi bestu feløg í flogferðavinnuni.

Flogfeløgini, sum Atlantic Airways kappaðist móti, vóru SAS og Sunclass.

Sunclass vann í fjør.

 

Flogfeløgini, sum Atlantsflog kappaðist móti, vóru SAS og Sunclass. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

3.000 givið vitnisburð

3.000 fólk hava givið flogfeløgum og floghavnum, tey hava brúkt seinastu 24 mánaðirnar, vitnisburð.

Norwegian er besta lágprísflogfelag í Evropa, og Icelandair er besta rutuflogfelag. Emirates er besta altjóða flogfelag.

Alsie Express, sum flýgur millum Sønderborg og Keypmannahavn, er kosið at vera besta innanríkisflogfelag í Danmar.

Besti flogvøllur í danska ríkinum er aftur í ár tann í Ålborg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444