158 færri nýggj akfør í ár

158 færri nýggj akfør í ár
1792 akfør eru skrásett higartil í ár, átta prosent færri enn somu tíð í fjør
Bilsølan minkar framvegis, vísa tøl hjá Akstovuni. (Savnsmynd)
 
02.11.2023 - 08:28

Akførini eru framvegis færri í ár enn í sama mánað í fjør.

Í oktober vóru skrásett 125 akfør, 10 færri enn í oktober í fjør. Persónbilarnir eru sjey færri í ár.

Til 1.november eru skrásett 1792 akfør, 158 færri enn til 1.november í fjør.

Tað eru 8,10 prosent færri akfør.

 

Fleiri brúkt akfør

Men tá talan er um brúkt akfør, sum eru innflutt, er støðan ein onnur.

Har eru 37 í oktober í ár, 18 fleiri enn í oktober í fjør.

25 brúktir persónbilar komu í oktober, 18 fleiri enn í oktober í fjør. 

Men til 1.november er talið 224, seks færri enn í fjør.

Sí hagtøl yvir nýggj akfør her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098